Staðið stongt vegna umvælingar 11.-19. mai
Vegna umvælingar, er Staðið stongt frá mikudegnum 11. mai til og við hósdagin 19. mai 2022. Ungdómshúsið Staðið
Vegna umvælingar, er Staðið stongt frá mikudegnum 11. mai til og við hósdagin 19. mai 2022. Ungdómshúsið Staðið
Avlýsing sunnudagin 8. mai 2022 kl 20:00 Gongutúrurin niðan á Loysingarfjall er avlýstur vegna veður. Rørslureikan 2022.
Tíðindaskriv frá VEKS VEKS tillagar egingjøldini Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS. Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar tillagingar, um tænastustøðið skal…
Skráin er dagførd tann 4. mai 2022 kl 12:00. Broytingin er at gongutúrarnir sunnudag 8. mai og 22. mai býta um dagfesting. SUNNUDAGUR 08. mai 20.00- Gongutúrur niðan á Loysingarfjall. Møtið við vindmyllurnar. Hetta er ein lættur túrur, men síðsta strekkið niðaná, kann vera tungt fyri summi. Túrurin er áleið hálvanannan tíma. Ingi Olsen…
Aftur í ár hevur Vestmanna kommuna sett sær fyri, at heilsan hjá borgarum skal raðfestast hægri í mai. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, har dentur verður lagdur á bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá borgarum í Vestmanna, og tað er borgarin, sum sjálvur ger av, hvussu virkin og hvørji av tiltøkunum og heilsutilboðunum…
Válan í Vestmanna er nú farin afturum. Fimm ymisk støð vóru leygarkvøldið 23. apríl 2022 pallar til fimm sera ymisk tónleikanøvn. Dupultkvartettin í Ebenezer, Lena og Niclas, Jens Marni Hansen, Høgni Lisberg og Frændur. Pallarnir vóru í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni. Takk fyri hesaferð. Myndir síggjast her
Vestmanna Bygdarráð samtykti á fundi tann 30. mars 2022 tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini og ummæli frá Kirkjuráðnum um broyting í reglugerð fyri kirkjugarðarnar. Broytingin fevnir um, at D. Festibræv §8, stk. 1, í reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Vestmanna verður broytt soleiðis, at ein maki kann jarðast í somu grøv sum maki sín. Tað…
Almennur bygdarráðsfundur verður mikukvøldið 4. mai 2022, kl. 19.00 á Kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerar fyri opnari hurð Mál 85 Tilmæli frá Trivnaðar- og umhvørvisnevndini viðvíkjandi frítíðaransingini, í samband við fyrispurning frá Vestmanna Skúla um styttan skúladag til fyrsta flokk. J.nr.: 1606002-2-2022 Mál 86 Tilmæli frá Fíggjarnevndini til umsókn frá Bátastevnunevndini um…
Vestmanna Kommuna bjóðar hervið lendið omanfyri Grótbrotið í Stóragerði til velting og aðra gróðurseting. Tá søkt verður um brúksrætt til lendi, skal hetta gerast skrivliga við frágreiðing um, hvat ætlanin er at velta ella gróðurseta á lendinum. Áhugað skulu skrivliga søkja um brúksrætt antin við vanligum brævi ella við telduposti á vest-manna@vestmanna.fo. Reglugerð fyri…
Hevur tú hjarta fyri okkara eldru? VEKS søkir eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólki og frítíðaravloysarum. Vilt tú verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri aldrandi borgaran í Vestmanna, Eiðis, Kvivíkar- og Sunda kommunu? Søkt verður eftir fólki at arbeiða í dagvaktum, kvøldvaktum, náttarvaktum og í vikuskiftum. Sí nærri kunning og send umsókn á…