Tilmelding til kvøldskúlaárið 2025/26

Tað verður latið upp fyri tilmelding til nýggja kvøldskúlaárið í dag klokkan 15.00.  Kvøldskúlin bjóðar enn einaferð eina breiða viftu av spennandi tilboðum, sum fólk kunnu stytta sær stundir við í myrku tíðini.   Tilmeldingin fer fram á hesum leinki: Tilmelding til kvøldskúlaskeið   Tilmeldingin endar mánadagin 6. oktober, klokkan 12:00. Leinki til Kvívíkar kvøldskúla…

Kunningarfundur um skúlabygging

Vestmanna kommuna ger nú stóra íløgu í børnini og framtíðina. Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning. Elsti partur av Vestmanna skúla er frá 1950, og næstelsti…

Boða frá vespubýli

Heitt verður á borgarar um at boða kommununi frá, um tit koma fram á vespubýli í Vestmanna.  Vespur duga væl at krógva býli móti vindi og veðri. Eyðkend støð eru t.d. undir grasbakkum og grótlaðingum. Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er tó ofta lætt at finna og staðfesta. Áðrenn miðjan juli sæst og…

Nútímas venjingarhøli í gerð

Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í høllini. Kommunan er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning á vestursíðuni á høllini, ið skal brúkast sum venjingarhøli. Væntandi verða venjingarhølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/november. Bygningurin er 80 fermetrar við høgari trom og hevur beinleiðis atgongd og…

Góður 112 dagur á dagstovnunum

Í dag hevur 112 dagur verið á báðum barnagørðunum og í frítíðarstovuni í Vestmanna. 112 dagurin hevur til endamáls at læra børn um týdningin av nummarinum 112 og knýta bond millum børn og starvsøkini. Sløkkilið, politiið og starvsfólk hjá sjúkraflutningstænastuni vitjaðu fyrst í Gjáarlon hjá teimum yngru børnunum,  og síðan hjá teimum eldru børnunum, har…

Móttøkan prýdd við listaverki hjá Silju Strøm

Vestmanna kommuna heitti í fjør á Silju Strøm um at listprýða móttøkuna í húsinum hjá umsitingini. Silja var beinaveg sinnað at fara undir uppgávuna, og við nærlagni hevur hon arbeitt upp á listaverkið, sum nú er handað kommununi og komið upp á pláss. Um listaverkið sigur Silja: Málningurin eg havi málað, bjóðar áskoðarunum inn í…

A-landsliðið venur í Vestmanna

Kvinnulandsliðið í hondbólti venur í Vestmanna í kvøld frá 17.00 til 19.00.  Í hesum sambandi eru øll børn í Vestmanna boðin í høllina at hyggja og fáa autograf ella mynd við leikarunum eftir venjingina. Venjingin í kvøld er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum byrjar í oktober og til HM-endaspælið í Týsklandi, sum byrjar í…