Vallistar til kirkjuráðsvalið 4. nov.

Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð. Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober…

Seyðasýning

Hvør eigur vakrasta brundin? Árliga seyðasýningin  verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga leygardagin 25. oktober, har vakrastu seyðir verða kosnir. Fyriskipararnir bjóða suppu, kaffi og okkurt afturvið. Byrjað verður klokkan 11.30. Øll eru vælkomin.