Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kirkjuráðsvalið til Vestmanna kirkju tann 4. november 2025 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 21. oktober, til mikudagin 29. oktober í vanligari avgreiðslutíð.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 29. oktober verða send kirkjuráðnum fyri Vestmanna kirkju, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.







