Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi.
Vegna gleðiligar umstøður á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna, sóknast vit eftir einum námsfrøðingi í farloyvisstarv fyri námsfrøðing, sum fer í barnsburðarfarloyvi.
Talan er um:
• 32,5 tímar um vikuna í vøggustovu frá 1. desember 2025 til 23. desember 2026. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í farloyvisstarvið.
Um okkum:
Á ítróttadagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða 38 eldhugaðir starvsfelagar, ið allir geva sítt íkast til eitt virkið og gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.
Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna er í trimum deildum:
Gjáarlon liggur ovarlaga í Vestmanna í náttúruvøkrum umhvørvi við stutt til haga, fjøru og viðarlund. Her hava 66 børn sína dagligu gongd. Í Gjáarlon eru fimm stovur, tríggjar vøggustovur (Fossurin, Hylurin og Veitin) og tvær barnagarðsstovur (Áin og Keldan). Í løtuni arbeiða 22 eldhugaðir starvsfelagar í Gjáarlon.
Beint omanfyri liggur Látipípan. Her hava 21 tey elstu barnsgarðsbørnini sína dagligu gongd saman við fimm dugnaligum starvsfólkum. Í Látipípuni eru tey nógv úti og fara nógvar túrar út av húsinum. Tildømis í fimleikarsalin og svimjihøllina. Aftaná páskafrítíðina fara børnini i árgangi 2020 at flyta oman í Kongskjallaran, ið hýsir frítíðarstovuni.
Kongskjallarin liggur í egnum hølum undir læknamiðstøðini. Í løtuni ganga 59 børn úr 1., 2. og 3. flokki í frítíðarstovuni, og tað eru 10 starvsfelagir til arbeiðis har. Til hvønn árgang eru knýttir tveir ábyrgdarpersónar.
Á dagstovnaøkinum í Vestmanna arbeiða vit út frá førleikunum hjá tí einstaka og geva skapandi og likamliga hugasavning rúm. Vit leggja dent á gott foreldrasamstarv, og at børnini verða møtt av álítandi, viðurkennandi og hjartagóðum vaksnum, sum geva teimum neyðugu sálarligu og kropsligu avbjóðingarnar. Fyri okkum er tað altavgerandi, at børnini kenna seg sum hoyrd og vird.
Vit hava góðar innan- og uttandura hentleikar. Til dømis hava vit atgongd til spælipláss, vøll, ítróttarhøll og svimjihøll, og eru nógv útí í náttúruni.
Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag millum 06.45 og 17.00.
Tú kanst lesa meira um dagstovnaøkið her.
Vit bjóða:
• Góða starvsfólkanormering.
• Ein fjølbroyttan starvsfólkahóp.
• Ein virknan gerandisdag har námsfrøðiligur ítróttur er í miðdepilinum.
• Tætt samstarv millum starvsfólk og leiðslu.
• Eitt roykfrítt arbeiðsumhvørvi.
Førleikar:
• Tú ert virkisfús/ur og fakliga væl fyri.
• Tú brennur fyri útilívi, rørslu og at arbeiða víð námsfrøðligum ítrótti.
• Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við øll foreldur, børn og starvsfelagar.
• Tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum.
• Tú ert sjálvstøðug/ur, álítandi og hevur gott yvirlit.
• Tú sært møguleikar, hevur ein jaligan hugburð, ert opin, smílandi og fyrikomandi.
Tað er ein fyrimunur, at tú:
• Dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu.
• Dámar at arbeiða uttandura og í náttúruni.
• BSc útbúgving í námsfrøðiligum ítrótti ella líknandi kann vera ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 770 130 ella á telduposti: morten@vestmanna.fo.
Umsókn saman við lívsrenslli skal sendast til starv@vestmanna.fo. Viðmerk ”barnsburðarfarloyvi”. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. november 2025 kl. 12.00. Samrøður vera í viku 47.







