Hevur títt barn hug at spæla sjónleik? Nú verður skipað fyri dramaskeiði á Staðnum fyri børn í aldrinum 9 til 12 ár.
At venja sjónleik er sera mennandi, spennandi og gevur tær ikki bara betri førleika at spæla sjónleik, men tað styrkir eisini aðrar førleikar, sum eru hentir at hava í ryggsekkinum gjøgnum alt lívið. Men mest av øllum er tað SO stuttligt.
Tað verður Lív Bruun Müller, sum fer at hava skeiðið, sum m.a. spældi við leikinum um Robin Hood, ið fleiri børn í Vestmanna sóu í fjør.
– Tað fer at vera ordiliga stuttligt, vit fara at spæla leiklistarlig spøl, improvisera, spæla sjónleik o.a., sigur Lív.
Dramaskeiðið byrjar týsdagin 4. november, og vant verður hvørt týskvøld frá klokkan 18.00 til 19.00, fram til páskirnar. Kostnaðurin er 200 krónur.
Tú kanst melda títt barn til skeiðið við at skriva ein teldupost til paulim@vestmanna.fo ella senda honum sms-boð á 770160.







