Nú verður eitt av neystunum sett í stand, sum kommunan eigur niðri við hylin frammanfyri John´sa handil. Ætlanin er, at neystið skal hýsa okkara elsta 10. mannafari úr bygdini.
Elsti Vestmenningur, sum í dag vanliga verður nevndur Gamli, varð smíðaður av Jógvani í Skálum í 1927 og sigst at vera fyrsti bátur í Føroyum, ið er smíðaður bara til kappróður. Hann hevur eitt mentanarligt virði, sum bygdarráðið og VÍF Kappróður í felag vilja varðveita.
Umstøðurnar verða nú góðar og Gamli fer at standa so prýðiiligur við sýnisglugga omaneftir, í dagførda neystinum.

Um neystið
Í ovaru neystahæddini verður eitt opið rúm, ið kann brúkast til ymiskt virksemi, við sýni niður á Gamla,
Tað er Laila Mote, arkitektur og vestmenningur, sum hevur sniðgivið.
– Sniðuppskoti er einfalt, við denti á, at báturin skal vera lætt sjónligur uttanífrá, men vardur fyri veðri og dagsljósi. Alt er hugsað í samljóð við grannalagið og hini neystini. Tað einfalda tryggjar, at hvíti báturin, við grønum og gulum strípum, skilir seg frá og verður sjónligur, sigur Laila Mote.

Langtíðarætlan fyri økið
Neystini frammanfyri snotuliga, ljósagula handilin hjá John, hava í mong ár staðið í órøkt og verið óbrúkt. Tí fór kommunan undir at umvæla tvey av neystunum í fjør, og nú verður triðja neystið so dagført.
Í næsta ár er ætlanin at rudda fram við neystunum, so sandurin kemur framaftur og økið í størri mun kann brúkast sum eitt hugnaligt øki summardagar. Harumframt er ætlanin, at umvæla gomlu brúnna.

Tað er Oyvildur Haldansen, sum stendur fyri timburarbeiðinum, ímeðan Johnny Joensen tekur sær av laðingini.







