Staðið er nú enn og kulari!
Veggir eru málaðir og piftaðir upp, tað er ruddað og sorterað í lutum og tær fýra hæddirnar í bygninginum hava fingið hvør sín leiklut.
Veghæddin heldur fram sum uppihaldsrúm, men tað verður latið meira upp. Niðasta hædd verður nú bara brúkt til tónleikaundirvísing og upptøkuhøli. Triðja hædd hevur fingið eitt ítrivshøli við dartskivu, airhockyborði, nýggjum borðtennisborði, nýggjum poolborði, gaminghorni og øðrum. Á somu hædd verður eitt rúm eisini innrættað sum eitt listahøli, har tey ungu kunnu royna síni skapandi evni á ymsan hátt. Á ovastu hædd eru øll ljóðførini flutt inn og hæddin er ætlað til tónleikaligt samanspæl og drama.
Lata upp týsdagin
Enn er eitt sindur rokaligt á Staðnum, men týsdagin eru vit klár at lata dyrnar uppaftur. Vit bjóða børnum í 4.- 6. flokki á gátt, frá klokkan 15.00 til 18.00, týsdagin, 28. oktober. Vit fara at gera ymiskt stuttligt og eisini verður ein góður millummáli.
Dyrnar lata upp fyri tannáringunum, fyri teimum, sum ganga í 7. flokki og uppeftir, frá klokkan 19.00, sama dag.
Upplatingartíðir fram til jóla
4. – 6. flokkur
Týsdagar kl. 15.00 til 18.00
7. flokkur til 17 ár
Týsdagar kl. 19.00 til 22.00
Mikudagar kl. 19.00 til 22.00
Hósdagar kl. 19.00 til 23.00
Fríggjadagar kl. 19.00 til 01.00
Eisini verður opið fjórða hvørt leygarkvøld og tá vera m.a. konsertir.
Verkstovur
Týsdagar – Gittarundirvísing
Mikudagar – Tónleikur og samanspæl
Hósdagar – Listaverkstova
Ikki er neyðugt við tilmelding. Øll kunnu møta til verkstovurnar.

Dugnaliga Maria á Rógvu López hevur málað ymisk mynstur á veggirnar.







