Nógv vatn á vegnum
Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.
Nú blot er komið í kavan, fyllast áirnar. Hetta hevur við sær, at nógv vatn rennur út á vegirnar. Heitt verður á bilførarar um at vera ansnir á vátu vegunum.
Roknast kann við, at ovasti partur av bygdini fer at missa vatnið aftur í kvøld. Goymslurnar við vatni eru minkaðar nógv seinastu dagarnar, nú kavi hevur ligið. Vatnnýtslan hevur verið væl hægri enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar, og tí megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn…
Enn einaferð verður heitt á borgarar og virkir um at spara uppá vatnnýtsluna. Hetta orsakað av frostinum. Helst lata borgarar vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan at vatnið frystur í rørunum. Hetta hevur við sær at brunnarnir tømast. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í…
Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Góðu foreldur og avvarandi. Mikudagin 22. januar kl. 16.00 verður innskriving í Vestmanna skúla. Havið dóps- ella navnabræv við. Vinaliga útfyllið innskrivingarskjalið í leinkinum niðanfyri, áðrenn tit møta – tó seinast mánadagin 20. januar. Innskrivingarskjal Leiðslan, Vestmanna Skúli
Birgit Sørensen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, í tíðarskeiðunum: 13. januar til 19. januar 2025, báðir dagar íroknaðir 27. januar til 2. februar 2025, báðir dagar íroknaðir
Vegna arbeiði á vatnverkinum verður skrúvað fyri vatninum í dag. Hetta er galdandi fríggjadag 10. januar 2025, frá klokkan 10:30 til arbeiðið er liðugt. Les eisini
Nýtslan av vatnið hevur verið væl hægri hesar køldu kavadagar, enn miðal nýtslan vanliga er aðrar dagar. Hóast vatninntøkan er á einum støði, sum vanliga er nøktandi, so megnar framleiðslan ikki at fylgja við. Í stuttum kemur minni av vatni inn, enn tað fer út, og tí ávirkar tað nú ovasta part av bygdini, sum…
Skúlabørnini í Vestmanna skúla saman við lærarum fara at skreiða í morgin, fríggjadag 10. januar, á ovara parti á Fjallsvegi. Tey skreiða og stuttleika sær frá klokkan 9:45 til 11:00. Bjóðað verður fransbreyð og heitt kakao. Vegurin verður stongdur fyri gjøgnumkoyring hetta tíðarskeiðið.
Vatnverkið hevur verið undir stórum trýsti seinastu dagarnar. Nú streymslit eisini hevur verið, kunnu borgarar uppliva óstøðugt vatntrýst í kvøld og í nátt.
Vatnmongdin frá reinsiverkinum er minkað munandi í dag. Orsøkin er helst, at borgarar lata vatnið renna, ímeðan frost er, fyri at sleppa undan frostspreingingum. Kommunan heitir tí á fólk um ikki at lata vatn renna óneyðugt og í ringasta føri at lata tað lagra.