Fyri at tryggja, at øll børn koma og fara frá barnagarði trygt og væl, hevur kommunan uppmerkt við grønum ein teig á áleið 60 metrar á niðaru síðu móti Gjáarlon.
Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá ið tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin.
– Børnini eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl. Sjálvt um foreldur ella ommur og abbar koma við børnunum á stovn, eru børn bráðlynt, og hetta lyndið ger, at vit mugu ansa serliga væl eftir teimum. Tí fegnist eg um, at kommunan økir um trygdina við Gjáarlon, sigur Morten Hust, dagstovnaleiðari.
Sí størri mynd her: Yvirlitskort
Yvir av grøna feltinum, hinumegin vegin, er uppmerking gjørd til langtíðarparkering. Annars verður víst til parkeringsbásar, sum eru í grannalagnum ella til parkering fram við vegnum á Fjalslíð.
Heitt verður samstundis á bilførarar um ikki at parkera við svingið niðan móti Heygalíð, tí sýnið verður avmarkað.