Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð var broytt við 2. viðgerð á bygdarráðsfundi í gjárkvøldið.
Síðan nýggja bygdarráðið tók við, hevur verið arbeitt við at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdarráð.
Avgerðin fevnir um at umskipa bygdarráðsnevndirnar frá at vera fimm nevndir til fýra nevndir.
Broytingarnar eru í høvuðsheitum, at mentarnarnevndin og trivnaðar- og umhvørvisnevndin eru lagdar saman í eina nevnd, sum nú eitur trivnaðarnevndin. Umhvørvisøkið í trivnaðar- og umhvørvisnevndini er beint í teknisku nevnd, og havnarnevndin eitur nú vinnu- og havnarnevndin og hevur fingið ferðavinnu afturat sínum málsøkjum. Ferðavinna var frammanundan í mentarnarnevndini.
– Vit hava valt at broyta stýrisskipanina fyri at hava greiðari málsøkjabýti í hvørjari nevnd, og á hendan hátt verður arbeiðsbyrðan hjá nevndunum eisini javnari, umframt at vit spara eina nevnd burtur, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Tær førstu bygdarráðsnevndirnar eru nú hesar við hesum limum:
Fíggjarnevndin | Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted og Karl A. Olsen. (Varalimur: Anja Haldansen) |
Tekniska nevnd | Símin Jákup Højsted, Pauli Magnussen og Janus Atli Jensen. (Varalimur: Jákup S. Jóanesarson) |
Trivnaðarnevndin | Anja Haldansen, Pauli Magnussen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Karl A. Olsen) |
Vinnu- og havnarnevndin | Karl A. Olsen, Anja Haldansen og Jákup S. Jóanesarson. (Varalimur: Janus Atli Jensen) |
Stýrisskipanin fyri Vestmanna bygdarráð kann lesast her.