Mia svam fyri drotningini

Í morgun var móttøka fyri hennara hátign Margretu drotning II á Reyða torginum í Vestmanna, har borgarstjórin, Pauli Trónd Petersen, saman við eini stórari fjøld tóku væl ímóti henni. Eftir røðuna í fína veðrinum var lurtað eftir fagra sanginum hjá Vestmanna sangkór. Tá hendan løtan var av, fór hennara hátign til Heimið á Grønanesi at…

Ferðslan í samband við drotningavitjanina

Ymsar avmarkingar vera í ferðsluni leygarmorgunin í samband við drotningavitjanina. ·         frá kl. 800 til 1030 verður Heygagøta stongd frá gamla posthúsinum oman til Torgið ·         frá kl. 800 til 1030 verður kaibrekkan við bedingina stongd frá niðaneftir ·         frá kl. 800 til 1030 verður eingin gjøgnumkoyring á Bakkavegi frá Sýslumanshúsunum inn til Torgið  …

Hennara hátign Margretha drotning til Vestmanna

Leygardagin 17. juli 2021 vitjar Margretha drotning í Vestmanna., og skráin fyri vitjanina er hendan: Kl. 10.00 Móttøka á Torginum Pauli T. Petersen, borgarstjóri, tekur ímóti saman við blómubørnum og bygdarráði. Vestmanna Sangkór luttekur. Síðani verður farið út á Heimið á Grønanesi, har ið drotningin verður víst runt á heiminum og fær høvi at heilsa…

Kommunulæknin í summarfrí

Læknaviðtalan í Vestmanna er í summarferiu frá 12. juli til og við 6. august. Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp ella bílegging av heilivági hetta tíðarskeiðið, kann ringjast til kommunulæknan í Kollafirði á tlf 302420. Heimasíðan minlaekni.fo hjá viðtaluni í Vestmanna er ikki virkin hetta tíðarskeiðið.

Ruddingardagur leygardagin 3. juli 2021

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 3. juni 2021. Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Har verða fólk býtt upp í bólkar. Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til umleið kl. 12 Kl. 12 bjóðar Kommunan frukt og drekkamunn á Torginum Vestmanna Kommuna vónar, at…

Rørsluvikur aftur á skránni

So seta vit røslu aftur á breddan í Vestmanna.   TÝSDAGUR 22. JUNI 19.00 Heilsufótbóltur á skúlaplenuni MIKUDAGUR 23. JUNI 13.00-17.00 Ítróttahøllin er opin til frítt spæl. Minnið børnini á at fara væl um og at rudda upp eftir sær 17.00 Eldraguðstænasta við Mariu Summers Nolsøe 18.00-21.00 Badminton og borðtennis í ítróttahøllini. Ketjarar og batt…