Rørslumánaðurin varð skotin í gongd í gjár við yoga og flogbólti, og heldur fram við tiltøkum allan mai.
Tað er Sára Jógvansdóttir ið stendur fyri Rørslureikan. Vestmanna Kommuna stuðlar átakinum við kørmum og mentanarstuðli.
Rørslureikan er eitt heilsuátak fyri øll. Allan mai mánað verða tiltøk á skránni, sum stuðla undir heilsuna hjá borgarum í Vestmanna. Skráin verður fjølbroytt við tilboðum fyri allar aldursbólkar.
Fyriskiparin skriva soleiðis:
Triðja árið á rað verður skipað fyri rørslumánaðinum, ið hevur fingið heitið Rørslureikan. Rørslureikan er eitt átak, sum hevur til endamáls at stuðla undir heilsuna og trivnaðin hjá vestmenningum.
Nógv er á skránni hesar dagar, m.a. gongutúrar og bóltspøl.
Rørslureikan er fyri øll og er ókeypis, undantikið har kostnaður er upplýstur.
Tit kunnu síggja skránna og fylgja við á Facebook síðuni: Rørslureikan | Facebook