Dagstovnaøkið letur upp aftur mánamorgunin kl. 10:00

Dagstovnaøkið letur upp sum vanligt mánamorgunin 10. juni 2024 klokkan 10:00. Vegna verkfall er tó neyðugt at foreldur hava miðmála við til børnini.   Gjáarlon og Látipípan, sum húsa vøggustovubørnunum og teimum yngstu barnagarðsbørnunum, hava verið stongd vegna verkfall.   Starvsfólkini gleða seg til at síggja børnini aftur.

Reingerðarfólk til Vestmanna kommunu

Vestmanna kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum reingerðarfólkum. Ein til Kongskjallaran (frítíðaransingin) at arbeiða 2 tímar um dagin aðru hvørja viku. Eitt barnsburðarfarloyvisstarv til Havnaskrivstovuna og almennu vesini at arbeiða tveir tímar um dagin í eitt ár.   Um størvini Starvið í Kongskjallaranum inniber alla dagliga reingerð av frítíðaransingini. Starvið á Havnaskrivstovuni og almennu vesunum inniber…

Broytt rørsluskrá

Verkfallið krevur, at Rørslureikan verður tillagað nakað.   Pulvurlitirnir, sum skuldu brúkast til litrenningina fríggjadagin, eru tíverri strandaðir í sendingini til Føroya. Kommunan hevur tí valt at útseta litrenninga til á Vestmannadøgunum, sum vera í september.   Broyting er eisini í tiltakinum, badminton í myrkri, sum er í kvøld. Kommunan hevur ikki eins nógvar lýsandi…

Ársroknskapurin 2023 samtyktur

Á almennum fundi tann 29. mai 2024 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2023 einmælt samtyktur.   Vestmanna kommuna brúkti minni enn lagt var upp fyri í fíggjarætlanini fyri 2023. Raksturin og løgurnar vóru ávikavist 5,1 og 3,7 mió.kr. lægri enn ætlað. Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan…

veks bumerki

VEKS fær nú eitt Eldraráð

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi á fundi tann 29. mai 2024 mál um skipan av Eldraráði fyri VEKS. Uppskotið frá styrinum fyri Heimatænastuni í VEKS um at skipa eitt eldraráð, varð einmælt samtykt á bygdarráðsfundinum í gjár.   Tíðindaskriv frá Heimatænastuni í VEKS dagf. 22 mai 2024 Stýrið fyri VEKS samtykti á stýrisfundi í Kvívík tann 16/5,…

Sendifólk úr øllum heiminum á vitjan hjá Vestmanna kommunu

Í dag vóru 77 sendifólk, umboðandi 48 lond, á vitjan hjá Vestmanna kommunu. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri bjóðaði teimum vælkomnum og nýtti høvi at vísa teimum vinnuvirksemi í bygdini. Aftaná at Vestmanna kommuna hevði bjóðað miðmála, fingu sendifólkini rundvísing á Faer Isles Distillery, og fór ferðaliðið síðani við Froyi og Silju Star undir Vestmannabjørgini. Tað…

Rørslureikan – Skráin

Mentanarnevndin og Trivnaðar- og umhvørvisnevndin skipa fyri Rørslureikan, sum byrjar leygardagin 1. juni við havdypping fyri øll inni á sandinum á Fitjum og endar sunnudagin 9. juni við spennandi gongutúri niðan á Mosarøkur.   Endamálið við rørslureikan er, umframt at seta sjóneykuna á sálarheilsuna hjá ungum og eldri vestmenningum, at varpa ljós á týdningin av…

Summartónar 2024 í Vestmanna

Vestmanna bygdarráð stuðlar aftur í ár Summartónum, fyri at bygdafólkið kann fáa ókeypis tónleikaupplivingar í Vestmanna. Tann fyrsta konsertin verður komandi leygarkvøld 1. juni 2024.   Fyriskiparnir av Summartónum leggja sum altíð dent á, at fáa unga ættarliðið við í skránna og síggja hetta sum ein part av tilgongdini at skapa eitt varandi tónleikaumhvørvið.  …

Leki á vatnleiðing

Arbeitt verður uppá vatnleka úti á Deild. Vatnveitingin til partar av Gerðisveg kann tí gerast óstøðug og til tíðir vera burtur. Óvist er, nær vatnveitingin verður støðug aftur, men einaferð út á seinnapartin skuldi umvælingin verið liðug.