Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið boðar frá, at brandvenjing verður uttanfyri Vest Pack í kvøld um 18:00-21:00 tíðina.
Ta løtuna, brandvenjingin fer fram, verður økið stongt og óviðkomandi verða biðin um at halda frástøðu.
Tey sum skulu til handils í Á handlinum mugu koyra eftir Fjarðavegi og snara oman til høgru áðrenn brúnna til Válin
Hetta er ein felagsvenjing millum Vága Floghavn, Vestmanna-, Kvívíkar-, Vága- og Sørvágs kommunur.
Væntast kann at síggja royk og útrykning, hóast eingin vandi er á ferð.