Skrúvað verður fyri vatninum
Skrúvað verður fyri vatninum í niðara parti av Flatnavegi og á Bakkavegi frá Hórðará og úteftir, í morgin, týsdagin 28. apríl, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt.
Skrúvað verður fyri vatninum í niðara parti av Flatnavegi og á Bakkavegi frá Hórðará og úteftir, í morgin, týsdagin 28. apríl, frá kl. 10:00 til arbeiðið er liðugt.
Flaggdagsrøðan hjá Sólvit Nolsø í Vestmanna 2026 Eitt merki er tekin og eitt eyðkenni. ”Merkið” er okkara eyðkenni. Tað sigur frá, at vit eru eitt fólk við felags máli, eini mentan og eini søgu. Fleiri søgur knýta seg at Merkinum. Serliga søgan um fyrstu sluppina, sum flaggaði við Merkinum, er kend her á staðnum.…
Í meira enn 50 ár hava koparkaðalar verið grundarlagið undir telefonini og seinni internetinum í Vestmanna, men nú eru koparkaðalarnir farnir í søguna. Alt samskiftiskervið er nú skift út við fipurnet, ið eru evaraska smáir ljósleiðarar, ið geva væl skjótari ferð og meira álítandi samband. Tað er FT NET, ið hevur staðið fyri arbeiðinum. Tøkniliga…
Tað er at skunda tær, tí nú nærkast til vælumtókta tónleikatiltakið Válan fer av bakkastokki leygarkvøldið 25. apríl. Ljóðið av vári, vinum, bygdafólki og góðum tónleiki – alt upp á eitt kvøld! Sum siður er, verða 10 konsertir við fimm tónleikabólkum og einstaklingum, sum hvør spæla tvær ferðir. Hetta gevur tær møguleika at náa runt…
Spennandi ungdómskonsert verður á Staðnum hóskvøldið við trimum av spírunum, ið vóru við í sjónvarpssendingini, Hoydalar. Ein er okkara egni Bjarki Virgarsson og hini eru Anna Lovisa Mýri og Filip á Smið. Tey fara at syngja nøkur av løgunum, sum tey framførdu í Hoydølum. Eisini fer 12 ára gamli Liam Dávason at syngja sínar heimasmíðaðu…
Bygdarráðsfundur verður á skrivstovuni hjá kommununi mikudagin 22. apríl kl. 17. Mál á skrá á almennum fundi: Mál 96: Broyting í bygdarskipan fyri matr. 249k Mál 97: Broyting í bygdarskipan fyri matr. 100a Mál 98: Gjøgnumgongd av budgetsaldo
Leygardagin 25. apríl verður flaggdagurin hátíðarhildin á torginum í Vestmanna. Umframt at vit fagna Merkinum og bjóða várinum vælkomnum, verður vælumtókta flaggdagsrenningin, og bjóðað verður til kaffi og okkurt gott til góman. Skráin byrjar klokkan 15.00 við skrúðgongu frá ítróttahøllini til torgið, sum VÍF hondbóltur skipar fyri. Øll eru vælkomin at ganga við. Klokkan 15.15…
Nú summarið nærkast, hevur Vestmanna kommuna tørv á røskum og ágrýtnum ungum fólkum at viðlíkahalda grønu økini og snøgga um í bygdini. Vestmanna kommuna søkir eftir tveimum tímaløntum summaravloysarum. Arbeiðsuppgávurnar eru: At sláa gras At lúka og røkja grøn økir Snøgga gøtur fyri vøkstri og ókrúti Annað fyrifallandi arbeiði Um teg: Sum persónur…
Fyribils er eingin lækni í viðtaluni í Vestmanna. Hava tit læknaørindi kunnu tit ringja til viðtaluna í Kollafirði á nummar 302420. Ein avloysari er aftur í viðtaluni í Vestmanna frá viku 17-19 t.e. frá 20. apríl til 10. mai. Avloysarin er úr Danmark og eitur Johannes Korsgaard Jespersen. Enn er óvist hvat hendir í døgunum…
Í summar verða minnisplátur settar upp við minnisvarðan um teir vestmenningar, ið hava latið lív á sjónum ella í vanlukkum. Nøvnini á teimum verða ritaði í grót, og verða tað grótplátur á fóti, ið fara at standa á økinum. Endamálið er at heiðra og minnast tey, ið eru farin í vanlukkum á sjógvi og á…