Skrúvað verður fyri vatninum
Vegna arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum frá Gerðisvegi 52 og allan vegin út í morgin, týsdag 8. juli, frá kl. 10:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Vegna arbeiði, verður skrúvað fyri vatninum frá Gerðisvegi 52 og allan vegin út í morgin, týsdag 8. juli, frá kl. 10:00 og so leingi arbeiðið varðir.
Vestmanna kommuna sóknast eftir einum visionerum kommunustjóra, ið vil vera við at føra kommununa enn longur fram á leið. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá bygdarráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi beint undir borgarstjóranum. Kommunustjórin er starvsfólkaleiðari hjá áleið 80 fólkum. Vestmanna kommuna hevur ein greiðan og vælskipaðan…
Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum tann 1. oktober 2025. Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus. Flest bygdafólk kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir, har hann sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur smíðað fleiri sethús…
AVLÝST! Triðj besta U21 landslið í hondbólti eiga Føroyar, og millum landsliðsspælararnar eru nakrir teirra vaksnir upp í gulum og bláum. Vestmanna og Kvívíkar kommuna skipar saman við VÍF fyri móttøku fyri landsliðsspælarunum. Óla Jákup, Sasha, Tróndur og Eyðbjørn. Okkara fýra HM-bronsuvinnarar verða fagnaðir í Miðhøllini klokkan 18.30 mikukvøldið. Kom og heilsa uppá! Vestmanna kommuna,…
Jacoba E. Hansen er kommunulæknaavloysari í Læknaviðtaluni í Vestmanna fyri Gunnhild Helmsdal, frá 30. juni til 11. juli 2025, báðir dagar íroknaðir.
Broytingar í byggisamtyktini og bygdarskipanini fyri Vestmanna kommunu. Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954, seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum boðað frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundum 21. mai og 18. juni 2025 hevur samtykt broytingar í byggisamtyktini og bygdarskipanini…
Nú knáu U21 garparnir hava vunnið seg í HM-hálvfinaluna, vísir kommunan dystin á stórskíggja í Miðhøllini í annaðkvøld. Komið og stuðlið okkara fýra VÍF´arum og hinum á føroyska landsliðnum. Kommunan bjóðar kaffi, saft og kaku. Klárt er at taka móti gestum frá klokkan 19:30. Øll eru hjartaliga vælkomin! Vestmanna kommuna (Mynd: Sverri Egholm/portal.fo)
Í samband við vegarbeiði og arbeiði at gera nýggja gongubreyt, verður heitt á fólk um ikki at parkera á vegnum, frá Bøgøtu 12 yvir til Heygagøtu, frá í morgináirin, mikudag 25. juni, til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólkum at arbeiða nakrar tímar um vikuna. Eitt reingerðarfólk til frítíðaransingina í Kongskjallarinum at arbeiða tveir tímar hvønn gerandisdag, í dagtímunum, aðru hvørja viku (ólíka viku). Eitt ella fleiri reingerðarfólk at arbeiða í Gjáarlon. Tørvurin er 3,5 tímar hvønn gerandisdag frá klokkan 17:00, men arbeiðið kann býtast millum fleiri umsøkjarar.…
Vestmanna bygdarráð hevur sett Rakul í Gerðinum í starv sum kvøldskúlaleiðarI. Sarita Eriksen, sum í mong ár hevur verið kvøldskúlaleiðari, hevur valt at takka fyri seg, og tí er tað at fegnast um, at ein onnur dugnaliga kvinna úr Vestmanna tekur við. Rakul er 44 ára gomul og búsitandi í bygdini. Hon hevur júst lokið…