Tað var ein stórur dagur á Grønanesi sunnudagin, tá ið Maria Nicolajsen fylti 100 ár.
Familja, løgmaður, landstýrismaðurin í mentamálum og ríkisumboðið vóru á gátt og heilsaðu uppá, men sjálvur føðingardagurin var tó hildin seinnapartin í gjár.
Maria er fødd í 1925 og er ættað úr Hvalvík. Sum 24 ára gomul varð hon gift við Smith Nicolajsen úr Vestmanna og tey búsettust inni á Leiti í Vestmanna. Tey fingu tvey børn, sum bæði búgva í Vestmanna.
Maria er tann triðja av búfólkunum á Grønanesheiminum, sum hevur rundað tey 100 árini. Tvær aðrar kvinnur á heiminum eru 101 ára gamlar.
Vestmanna kommuna ynskir Mariu hjartaliga til lukku.
Her heilsar Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, upp á føðingardagsbarnið. Maria fekk m.a. eina bundna, vínreyða kardigan í føðingardagsgávu, sum hon er í á myndini.








