Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólki, at byrja frá 1. januar 2026 ella eftir avtalu.
Um Barnaverndartænastuna:
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Í Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar og ein leiðari, og vit síggja fram til, eisini at fáa ein skrivara í starvsfólkahópin.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
- Góðar málsligar og skrivligar førleikar, serliga á føroyskum
- Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur
Vit ímynda okkum ein starvsfelaga, sum:
- kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og álitsfull/ur
- hevur gott yvirlit og klárar at arbeiða undir trýsti
- klárar at vera avbrotin í sínum arbeiði
- hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa
Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran í Barnaverndartænastuni og starvsfólkini á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerðina á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir, samskipan av ymiskum fundarvirksemi, loysa ávísar uppgávur viðvíkjandi samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m.
Setanarviðurskifti
Starvið, ið er á 20 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka.
Nærri upplýsingar:
Nærri kunning um starvið fæst at vita við at venda tær til Karina Joensen, leiðara í Barnaverndartænastuni, á tlf. 297201 ella umvegis teldupost á karinj@sunda.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til:
Barnaverndartænastan í VEKS, Oyrarbakkavegur 3, FO- 400 Oyrarbakki. Ella við telduposti á karinj@sunda.fo
Freistin at søkja starvið er sunnudagin 9. november 2025.







