Í Vestmanna búgva nógvir tilflytarar frá spennandi tjóðskapum, ið hava eina ríka mentan og siðvenju.
Tað fara vit at varpa ljós á, tá ið Fjølmentanarvikan verður sett í Vestmanna mikudagin 22. oktober.
Fjølmentanarvikan er ein mentanarvika, ið hevur sum endamál at fagna, fevna og varpa ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. Vikan byrjar í Vestmanna og heldur fram runt landið.
Vestmanna kommuna bjóðar øllum vælkomnum á Miðnám, har tilflytarar í bygdini fara at vísa fram dans, list og tónleik úr sínum heimlandi. Harumframt vera smakkiroyndir av mati úr fjarskotum londum at fáa.
Um onkur tilflytari vil vera partur av skránni, ber til at boða kommununi frá á 770100 ella á vestmanna@vestmanna.fo.
Skrá:
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Vestmanna kommunu, bjóðar vælkomin
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, vísir á hvaðani tilflytararnir í Vestmanna eru ættaðir
Kórið Silvitni, framførir eina sirpu av sangum úr ymsum herðashornum
Daysi Lagos Jóanesarson úr Honduras greiðir frá, hvussu tað var at koma til eitt lítið samfelag sum Vestmanna
Mariano Lopez úr Guatemala vísir dans úr sínum heimlandi
Sergio Muñoz úr Meksiko og Cinthia González úr Kili framføra suðuramerikanskar tónar og ein slagara úr Vestmanna á sponskum
Smakkiroyndir av mati úr Meksiko, Honduras, Teilandi, Filipsoyggjum, USA og Rumenia
Stella Zachariassen úr Sri Lanka vísir fram sína list
Tekniborð vera til børnini, har tey kunnu lita fløgg. Mist verður eisini til børnini.
Nær og hvar
Tiltakið byrjar klokkan 18.00 og verður á Miðnámi.







