Í 2026 verður farið undir at høvuðsumvæla og umbyggja gamla skúla á Kongsteigum. Dagføringin snýr seg ikki bara um nýggjan klædning og vindeygu, men um at skapa best møguligu karmar fyri góðari læring og menning.
Vestmanna skúli hevur nógv ár á baki, elsti parturin táttar í 80 ár og tað sæst og merkist. Skúlin hevur verið bygdini góður, men nú er stundin komin at dagføra hann frá innast til uttast. Tað verða nógvar broytingar í kendum rammum, men størsta broytingin er, at gamli skúli verður ein nýggjur skúli við øllum nýmótans hentleikum og kørmum.
Ein vælvirkandi fólkaskúli er ein av grundsúlunum í einum sterkum samfelagi. Ein góður skúli er ein skúli, sum styrkir fakligu, menniskjaligu og sosialu førleikarnar hjá næmingunum, og sum rúmar ymiskleika, har øll børn hava møguleika at mennast og trívast. Umvælingin og umbyggingin tekur støði í hesum og snýr seg fyrst og fremst um at skapa bestu karmar fyri børnini og teirra framtíð.
Skúlastovur
Skúlastovurnar verða nakað størri, enn tær eru í dag, og sum nakað nýtt verða bólkastovur knýttar at grunddeild og miðdeild, ið er ein týðandi partur av skúlaskapinum. Eisini verða nógv fleiri vesir, ið eru alt ov fá í dag. Samstundis verður ein nýggj stova gjørd til lærugreinina Náttúru/tøkni, har góðar umstøður vera at gera lívfrøðiligar royndir, fletta v.m. Hølini til Melina, serskúlaflokkin, verða gjørd til tørvin og málbólkin. Umstøðurnar hjá lærarum og starvsfólkum verða betur, ið eisini er ein fortreyt fyri einum vælvirkandi skúla.


Aula
Verandi Aula fer framyvir at vera meira opin og virkin. Pallurin verður tikin burtur og gólv verður lagt á, sum er egnað til rørslu. Ætlanin er, at Aulan skal kunna brúkast til meira enn til morgunsang og tónleik, men eisini til fimleik og annað. Aulan skal virka sum ein opin og livandi kjarna í skúlanum við fleiri møguleikum. Eitt goymslurúm til størri og smærri lutir verður knýtt upp at Auluni.

Hæddirnar
Ein av stóru broytingunum, sum verður framd, er at hálvu hæddirnar verða tiknar burtur, og at tað ístaðin verða tríggjar javnar hæddir. Tað merkir, at tað verður hægri millum gólv og loft fleiri staðni og at tað ikki vera eins nógv trapputrin sum í dag. Lyfta fer at vera millum til allar hæddirnar, so rørslutarnaði eisini kunnu brúka skúlan. Tað er av stórum týdningi, at skúlin verður atkomuligur fyri øll.

Svimjihylur
Sjálvur svimjihylurin er ikki partur av ítøkiligu verkætlanini, tí kommunan ikki hevur fíggjarligt rásarúm at høvuðsumvæla og byggja ein størri svimjihyl samstundis. Tó verður eitt reinsiverk gjørt og tillagingar verða við svimjihylskantin, so hann kann góðkennast til almenna svimjing. Í løtuni koyrir svimjihylurin uppá undantaksloyvi.
Skiftingarrúmini verða dagførd og staðsett øðrvísi, so til ber at ganga beinleiðis úr reyðu gongd inn til skiftingarrúmini, uttan at fara út. Eisini verður eitt rúm gjørt, har latið verður upp fyri møguleikanum fyri einum vælveruøki.
Fimleikahøll
Í uppskotinum er ætlanin at gera tøknirúmið til svimjihylin inn móti fimleikahøllini. Tað inniber, at fimleikahøllin fer úr áleið 110 fermetrum niður í 100 fermetrar.
Í uppskotinum hjá arkitektastovuni, EYA, verður lagt upp til, at bókasavnið flytur inn í fimleikasalin, fyri at vera staðsett miðskeiðis millum gamla- og nýggja skúla. Enn er ikki fastlagt, um hølini skulu brúkast til bókasavn, fimleikahøll ella eitt triðja endamál.
Vísast skal tó staðiliga á, at bygdarráðini undan hesum og bygdarráðið nú, hevur ongar ætlanir um, at tað skal vera truplari hjá skúlabørnum og øðrum at røra seg, heldur øvugt.

Tónleikastovur
Børnini í musikkskúlanum fara at fáa betur karmar. Tað vera tvær stovur, ein størri og ein minni stova til tónleikaundirvísing, har ljóðviðurskiftini vera av teimum bestu, so børnini saman við tónleikalærarum kunnu spíla seg út, uttan at tað hoyrist um allar geilar, sum tað ger í dag. Seinni er ætlanin, at tað eisini verður ein tónleikastova í nýggja skúla.
Ein grønur og umhvørvisvinaligur skúli
Takflatan á gamla skúla, sum er góðar 1.000 fermetrar, fer at verða klødd við sólorkupanelum. Hetta fer at geva góðar 100.000 kWh árliga. Tað munar væl, tí gamli skúli brúkar áleið 70.000 kWh árliga.
Skúlin verður eftir ætlan hitaður við jarðhita og verða holini boraði eftir at skúlin og bjálvaður. Tað fer eisini at muna væl, tí skúlin er ein sannur oljutjóvur; hann brúkar áleið 77.000 litrar av olju árliga.

Gongdin
Tað var bygdarráðið, sum kom til í 2017, sum setti skjøtil á skúlaumvæling og umbygging. Tá var m.a. kannað, um gamli skúli skuldi rívast niður ella høvuðsumvælast. Mett var, at nýbygging ikki var ráðilig í mun til kostnaðarstøðið.
Bygdarráðið, sum kom til í 2021, arbeiddi víðari við verkætlanini og fekk tá EYA at gera eitt heildaruppskot fyri bæði gamla skúla og nýggja skúla, við einari samanbygging, eftir ynski frá skúlaleiðslu, skúlastýri og lærarum. Tá var eisini spurt hjá ráðgevum, hvørt tað var ráðiligt at byggja nýtt. Mett var, at tað fór at kosta tvífalt so nógv sum at høvuðsumvæla. Ætlanin at høvuðsumvæla og umbyggja hevur verið hildið fast í.
Heildarætlanin er býtt sundur í fýra byggistig, byggistig 1, sum er skúlin frá 60´unum, byggistig 2, sum er skúlin frá 50´unum, byggistig 3, sum er samanbyggingin og byggistig 4, ið er skúlin frá 80´unum.
Sitandi bygdarráð, ið tók við 1. januar, samtykti fyrr í ár, at bara byggistig 1. og 2. skuldi fyrireikast og projekterast í fyrstu syftu, við møguleika fyri samanbygging seinni og við nøkrum tillaginum. Nú er projekteringin í gongd, so skúlin kann bjóðast út til arbeiðstøku fyrst í næsta ár. Tó verður sólorkuskipanin til takið helst boðin út áðrenn.

Ein skúli til framtíðina
Verkæltanin snýr seg fyrst og fremst um at skapa bestu umstøður fyri næmingar og komandi næmingar í nógv ár fram, at hava karmar fyri góðari innlæring, menning, skapandi evnum og trivnaði.
Tað verður framvegis pláss fyri øðrum virksemi uttanfyri skúlatíð, men tað, sum størsti dentur verður lagdur á, er at fáa ein góðan skúlabygning til okkara minstu borgarar, har grundvøllurin fyri góðum skúlaskapi og bjartari framtíð er av teimum allar bestu.
Við verkætlanini er skúlin bjálvaður til ein fólkavøkstur og er mettur at kunna hýsa 100 fleiri næmingum fleiri enn í dag.
Endurhýsing
Putlispælið hvar næmingar og lærarar skulu vera undir umvælingini er við at koma upp á pláss. Neyðugt er at endurhýsa 1. til 6. flokki, Melini, lærarum og skúlaleiðslu. Sum tað liggur í kortunum, flytur grunddeild og miðdeild í nýggja skúla, ímeðan hádeild flytur út í annan bygning í bygdini. Hetta er fyri, at minstu næmingarnir eru tætt við sítt vanliga umhvørvi, m.a. skúlavøll, spælipláss og frítíðarstovu. Tað er ikki komið endaliga upp á pláss við endurhýsing enn, men foreldur frætta nærri um hetta seinni.
Nær
Skúlaumvælingin av byggistigi 1. og 2., fer eftir ætlan í gongd á sumri í 2026. Ætlanin er, at skúlin stendur klárur at taka móti næmingum aftur skúlaárið 2028/29.
Meira kunning verður um verkætlanina í vetur og tá fáa øll eisini høvið at síggja endaligu tekningarnar.







