Vit halda ein lítlan steðg í heystfrítíðini fyri at gera Staðið til eitt enn og feitari stað.
Starvsfólkini eru í morgun farin í holt við at mála, flyta innbúgv, fáa ymiskt nýtt upp í ymsu hølunum, og annars bara skipa umstøðurnar betri.
Staðið er staðið, har ung hittast til mennandi og spennandi samveru og verkstøð í frítíðini. Staðið virkar sum ein klekingardepil fyri fjølbroyttari mentan, har karmarnir eru í hásæti til tónleik, list, spøl, handaligt virksemi og hugna annars.
Vit gleða okkum at lata dyrnar upp aftur eftir heystfrítíðina. Tá verður eisini latið upp fyri tilboðnum fyri 4-6. flokki.







