Streymslit á Leiti í dag
Vegna vegarbeiði verður streymurin tikin inni á Leiti í dag, týsdag 1. september, frá kl.10:30 til kl.12:00.
Vegna vegarbeiði verður streymurin tikin inni á Leiti í dag, týsdag 1. september, frá kl.10:30 til kl.12:00.
Hugnaliga Spælhúsið á bedingini, sum vanliga verður brúkt til tiltøk hjá Vestmanna kommunu og av felagsskapum í bygdini, kann nú eisini leigast av privatpersónum. Hølisviðurskiftini hjá kommununi eru avmarkaði komandi tvey árini í samband við skúlabyggingina, tí Silkienni og Miðhøllin, ið fólk hava kunnað leiga, nú verða brúkt til onnur endamál. Tí hevur bygdarráðið valt…
Hevur tú hug at gera mun fyri børn og barnafamiljur? Barnaverndartænastan í VEKS tørvar ein dugnaligan og nærlagdan sosialráðgeva til okkara góða toymi. Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv, har eingin dagur er eins, og har tú fært góðar møguleikar at brúka tína fakligu vitan og kreativu evni til at finna loysnir, sum taka…
Árligi rennidagurin hjá Vestmanna skúla er í dag. Vanliga verður runnið inn í Dal, men av tí, at arbeitt verður við stórum maskinum á Leitisvegi, er rennirutan broytt. Tí verður runnið í bygdini. Runnið verður frá skúlanum og út í Gerðið, eftir Niðara Vegi og yvir í Nesið og aftur í skúlan eftir Ovara Vegi.…
Í samband við vegarbeiði á Leitisvegi, verður streymveitingin slitin til húsini á vegnum í morgin, mikudag, frá klokkan 10:00 til 15:00.
Vit vóna, at tit hava havt eitt framúr gott summar – nú er stundin komin at hittast aftur! Í kvøld letur Staðið upp aftur fyri ungdóminum, eftir at hava verið í summarfrí. Pauli Magnussen og hini dugnaligu starvsfólkini á Staðnum gleða seg at síggja øll aftur til ein vetur á tremur við hugna, tónleiki, kreativiteti,…
Aftur í ár eru Vestmannadagar, har vit í eina lítla viku varpa ljós á nakað av tí, sum kommunan hevur at bjóða. Vit gleða okkum at bjóða tykkum á Vestmannadagar og hava roynt at sett eina so fjølbroytta og spennandi skrá saman sum til ber. Við ídnum borgarum og einum virknum vinnulívi, sum bæði geva…
Fundur verður í bygdarráðnum mikudagin 26. august kl. 17 á kommunuskrivstovuni. Mál á skrá á almennum fundi: Tilmæli um broytingar í reglugerðini fyri Spælhúsið. Umsókn um stuðul til jólakonsert í Vestmanna kirkju Tilmæli um broyting í bygdarskipanini fyri matr. 276h Umsókn um keyp av lendi á matr. 155h Eykajáttan til útbygging av kirkjugarðinum Eykajáttan…
Danski presturin, Ronald Risvig, heldur áhugaverdan fyrilestur í Vestmanna kirkju undir heitinum “Frá venjingarbúna til prestakjóla” mikukvøldið 19. august klokkan 19.00. Fyrilesturin er umleið hálvan annan tíma til longdar. Í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Ronald greiðir soleiðis frá: Fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum eg kann lýsa hann gjøgnum…
Manshondbóltsliðið úr Odense, GOG, sum er í Føroyum um vikuskiftið í sambandi við nakrar venjingardystir, brúkti sín frídag í gjár í Vestmanna. Hópurin vildi fegin sleppa at fiska og tað var skjótt, at fimm útróðrarbátar úr bygdini vóru til reiðar at fara ein túr við teimum. Veðrið var av tí allar besta, hýrurin var góður…