Nú verður farið undir at dagføra gøtuna við minnisvarðan.
Gøtan er í dag løgd við skervi, sum bæði ger hana trupla at halda og torføra at brúka hjá fólki í koyristóli og við barnavogni. Tí verður gøtan nú grivin upp, og nýtt og slætt tilfar verður lagt á, so hon verður lættari og meira atkomulig hjá øllum.
Í sambandi við arbeiðið verða eisini fyrstu minnispláturnar settar upp. Endamálið við plátunum er at heiðra og minnast teir vestmenningar, sum gjøgnum árini hava latið lív í vanlukkum á sjógvi og á landi.
Í fyrstu syftu verða átta minnisplátur settar upp við nøvnum á teimum, sum hava latið lív í vanlukkum frá 1940 og fram. Ætlanin er at seta fleiri plátur upp so hvørt.
Miðað verður eftir, at arbeiðið er liðugt til allahalgannadag.







