Trampolinir, havastólar og aðrir lutir, ið kunnu fara á flog, verður heitt á at tryggja, so teir ikki gera skaða.
Veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi og regni í dag. Fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk ella skrið, 13 til 18 m/s. Seinnapartin skrið ella stormur sunnan, 18 til 23 m/s, samdrigið og regn.
Ansið tí eftir leysum lutum og festið ella takið inn. Heitt verður eisini á øll, ið hava bátar um at lensa og at tryggja, at bátarnir eru væl bundnir.







