Gásarhold, dukandi hjarta og ræðsla.
Ungdómshúsið Staðið bjóðar øllum í sonevnt ræðsluhús næsta vikuskifti, har spenningur og óvæntaðir hvøkkir eru á skránni.
Gulu handilshúsini hjá John verða umskapað til eina ræðandi søgugongd, har gestirnir ganga gjøgnum myrkar smogur og møta ymsum óvæntaðum hendingum, sum kunnu fáa sjálvt tey djørvastu at gerast kløkk.
„Ætlanin er, at fólk skulu gerast frá sær sjálvum av ræðslu – eitt stað, har marrur verða til veruleika,“ siga tey á Staðnum.
Tað er ungdómurin á Staðnum, sum sjálvur hevur gjørt lutirnar og tilhoyrið til ræðsluhúsið. Nakrir av teimum elstu ungdómunum fara eisini at hava leiklutir í ræðandi søgugongdini.
Aldursmarkið er sett til 4. flokk. Foreldur kunnu sjálvi gera av, um tey loyva yngri børnum inn, men børn undir aldursmarkinum skulu fylgjast við einum vaksnum.
Atgongumerkið kostar 50 krónur, og fýra fólk sleppa inn í ræðsluhúsið í senn.
Ræðsluhúsið hevur opið hóskvøldið 29. oktober og fríggjakvøldið 30. oktober, bæði kvøldini frá klokkan 18 til 21.
Inngongdin er oman fyri húsið, gjøgnum íbúðina.







