Fyrireikingarnar til jólini í Vestmanna eru farnar í gongd, og vit kunnu avdúka, at nógv spennandi og hugnalig tiltøk vera á skrá, m.a. jólakonsertir og jólasølur.
Eitt nú vera fleiri tiltøk í handlinum hjá John. Sjálvur handilin verður prýddur við alkyns jólaprýði og handilsvørum frá 50- og 60unum. Íbúðin verður innrættað sum ein framsýning, har vitjandi kunnu uppliva, hvussu jólini kundu síggja út tá í tíðini, og kafé verður í Vektarbúðini. Fyri fyrstu ferð verður kjallarin eisini tikin í brúk, har ætlanin er at skipa fyri nøkrum jólakonsertum.
Harumframt verður eisini høvið at vitja jólafjós, jólasølur og onnur hugnalig tiltøk, sum felagsskapir í bygdini skipa fyri.
Vit heita á tey, sum ætla at skipa fyri einum tiltaki og vilja fáa tað við í felags jólaskránna, um at boða kommununi frá.
Vit gleða okkum at bjóða vestmenningum og vitjandi til nakrar hugnaligar jólavikur í Vestmanna.







