Nú fjøllini verða gingin, er týdningarmikið, at leivdirnar frá flettingini verða rætt burturbeindar.
Tikið verður móti burturkasti frá seyði á Skilagátt, men tað fylgja treytir við móttøkuni. Tær eru:
VEMBUR: Tøm vemburnar, áðrenn tær verða beindar burtur.
VÆTA: Lat sum mest av vætu renna frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar.
LEIVDIR: Lat leivdir í plastposar, og bint fyri, áðrenn tað verður latið í bingjuna.
Starvsfólk eru á staðnum og vegleiða um, hvørja bingju posarnir skulu í.
Vestmanna kommuna minnir samstundis á, at tað besta fyri umhvørvið er at gagnnýta tilfeingið frá flettingini so væl sum gjørligt. Heitt verður eisini á fólk um at lata seyðaskinnið til endurnýtslu.
Hví gangnýta og burturbeina á rættan hátt?
Um heystið, tá ið nógvar leivdir frá flettingini verða latnar í bingjurnar á Skilagátt, fyllast tær skjótt. Leivdirnar eru tungar, og tí kann plássið skjótt ganga undan, so at tað ikki verður rúm fyri øðrum burturkasti.
Harumframt er tað kostnaðarmikið at fáa bingjurnar tømdar. Leivdirnar eru eisini torførar hjá IRF at brenna, og brenningin hevur tí við sær eitt høgt útlát.







