Busssteðgistøð í Vestmanna
Strandfaraskip Landsins heitir á ferðafólk, ið skulu við leið 100, at stilla seg við busssteðgistøðini í Vestmanna. Hesi eru: Flatnavegur, við torgið og við Miðnám í Vestmanna
Strandfaraskip Landsins heitir á ferðafólk, ið skulu við leið 100, at stilla seg við busssteðgistøðini í Vestmanna. Hesi eru: Flatnavegur, við torgið og við Miðnám í Vestmanna
Almennur bygdarráðsfundur verður hóskvøldið 30. mars 2023, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Dagsskrá: Til viðgerðar fyri opnari hurð: Mál 173 Umraðfesting av játtan til Staðið J.nr.: 1800002-5-2021 Mál 174 Eykajáttan til byggibúning J.nr.: 30102-1-2022 Mál 175 Eykajáttan til at tryggja spæliplássið omanfyri skúlan J.nr.: 400002-2-2020 Mál 176 Áseting av brúgvagjaldi fyri…
Hósdagin 30.mars kl 17 – 19 hittast vit til páskaklipp og páskahugna í Miðhøllini. Eisini er høvi at fara ein túr á bókasavnið at lesa í eini bók og lána hana við heim. Vit hava 18.000 bøkur at velja í. Hjartaliga vælkomin
Upprunaliga var ætlanin við hølunum undir Læknamiðstøðini, at tey skuldu brúkast til matarsal hjá skúlanum, men tá plásstrot varð á dagstovnaøkinum, fekk frítíðarstovan innivist í hølunum. Bygdarráðið arbeiðir við eini heildarætlan um at dagføra Vestmanna skúla og høll, og fevnir ætlanini eisini um eina loysn at fáa matarsal í skúlan. Fleiri enn 50 børn…
Leygarkvøldið 25. mars kl. 20.30 – 21.30 verður tími jarðarinnar. “Earth Hour” er eitt afturvendandi tiltak, sum varpar ljós á ta ávirkan, ið veðurlagsbroytingar hava á jørðina. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut…
Í dag var hátíðarhildið, at dagstovnaøkið í Vestmanna hevur fingið góðkenning sum ítróttardagstovnaøkið. Øll starvsfólkini á dagstovnaøkinum í Vestmanna hava fingið handa prógv og dagstovnaøkið í Vestmanna kann nú kalla seg einasta ítrottarstovn í Føroyum. Vestmanna Bygdarráð ynskir øllum starvsfólkunum hjartaliga til lukku við flotta avrikinum. Í mars 2022 byrjaði dagstovnaøkið á skeið…
Freistin at bjóða er longd til 15. mai 2023. Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stóð, verða hervið boðin út til íbúðarbygging, gistingarhús-bygging og/ella til handilsvirksemi. Tit, sum bjóða, skulu greitt lýsa verkætlanina við neyðugum tekningum, tíðarætlan og við lýsing av, hvat ætlanin er at brúka ein komandi bygning á økinum til. Tilboðið skal innihalda:…
Sum hitt fyrsta í Føroyum verður dagstovnaøkið í Vestmanna fríggjadagin 17. mars 2023 góðkent av Dansk Idrætsforbund og VIA University College í Århus sum ítróttardagstovnaøki. Við hesum fáa dagstovnarnir rætt at kalla seg góðkendar ítróttardagstovnar – við ítrótti, spæli og rørslu í miðdeplinum. At vera góðkendur ítróttarstovnur merkir at man í arbeiðnum leggur dent á…
Tað er sera hált í bygdini. Tað tekur longri tíð hjá saltbilinum at koma runt í bygdini í morgun 17. mars. Har bilar standa fyri, sleppur maskinan ikki til. Annars verður heitt á bilførarar um at koyra varliga.
Ungdómshúsið Staðið leitar eftir nærlagdum, kreativum og lítargóðum tímaløntum starvsfólkum, at gerast partur av nýggja toyminum. Tú verður partur av einum spennandi og kreativum toymi, ið saman virkað fyri at betra um trivnaðin hjá børnum og ungum í kommununi. Undir tí nýggju verkætlanini Mentan sum klekingaramboð verður tú við at eggja og kveikja børnum og ungum…