Vestmanna Kommuna hevur fingið tillutað heimapartar frá grindini í gjár.
Klárt er at skera heimapartarnar upp.
Vestmanna Kommuna hevur tíverri ikki manning til at skera upp, so tey, sum ynskja heimapart, eru vælkomin oman á kaiina at skera upp sum skjótast, tí heitt er í veðrinum, og tí kann bruni koma í grindina.
Áhugað kunnu venda sær til Jóni Durhuus, sum er á kaiøkinum og kann vísa á, hvar hvalirnir hjá Vestmanna Kommunu liggja.