Filmsupptøkur í Vestmanna

Upptøkur til spælifilm hava verið gjørdar í Vestmanna í dag. Talan er um royndarupptøkur í Fonsdali og Bjarnadali til ein ræðufilm. Tað er Gudmund Helmsdal, ið er leikstjóri. Fleiri vestmenningar hava verið við í upptøkunum.   Filmsupptøkur í vár Ein størri filmsframleiðsla fer av bakkastokki í Vestmanna í apríl, tá ið upptøkur skulu gerast til…

Spæl føroyskt í Vestmanna

Vestmanna kommuna bjóðar øllum at vera við, nú Spæl føroyskt vika er á skránni og føroyskur tónleikur ljómar runt landið. Endamálið er at varpa ljós á føroyskan tónleik, at skapa eitt fjølbroytt og spennandi umhvørvi fyri øll tónleikaáhugað og fagna okkara tónleikarum.   Tónleikur á Grønanesheiminum Hósmorgunin fara Atli Petersen og Kenneth Jones at vitja…

Endurlýsing – Farloyvisstarv fyri námsfrøðing

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi. Vegna gleðiligar umstøður á dagstovnaøkinum í Vestmanna, søkja…

Endurlýsing – Avloysarar til dagstovnaøkið

Kom við umborð verð partur av einum virknum toymi á føroya einasta ítróttadagstovni Søkt verður eftir tímaløntum avloysarum til frítíðarstovuna, barnagarðin og vøggustovuna. Talan er ikki um fast starv við føstum tímatali, men um avloysarar, um sjúka ella annað kemur fyri. Vit søkja eftir tímaløntum vikarum, ið kunnu byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur,…

Eldraráðið í VEKS hevur skipað seg

Eldraráðið í VEKS var valt móti ársenda í fjør. Á fundi við stýrið í VEKS í farnu viku, skipaði eldraráðið seg við Jens Jensen, úr Tjørnuvík sum formanni, og við Brynhild Joensen, úr Kvívík sum næstforkvinnu. Hinir limirnir í Eldraráðnum  í VEKS, eru Gunn Joensen, og Jákup Andreasen úr Vestmanna, Annvør Jacobsen av Eiði, og…

Bygdarráðsfundur 26.02.2025

Bygdarráðsfundur verður mikudagin 26. januar 2025, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni. Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 12 Stýrisskipan fyri Vestmanna bygdarráð J.nr.: 1002-1-2025   Mál 13 Umsókn um stuðul – Vestmanna sangkór J.nr.: 2000002-13-2024   Mál 14 Reglugerð fyri kirkjugarðar J.nr.: 431002-3-2024   Mál 15 Søluskúr við bátahylin J.nr.: 8206002-1-2025   Mál 16 Fyrispurningur…

Maskinhøllin verður útbygd

Nú verður maskinhøllin bygd út. Í mong ár hevur maskinhøllin verið ov lítil til at hýsa allari útgerð og maskinum hjá Vestmanna kommunu. Tí hava aðrir bygningar eisini verið nýttir og bilar og stór akfør hava verið noydd at staði úti. Hetta verður nú broytt, tí nú skal alt undir tak og undir sama tak.…