Skjótt fer at bera til hjá íðkarum hjá VÍF at styrkivenja í høllini.
Kommunan er nevnliga í holt við at byggja ein tilbygning á vestursíðuni á høllini, ið skal brúkast sum venjingarhøli. Væntandi verða venjingarhølini klár at taka í nýtslu um mánaðarskiftið oktober/november.
Bygningurin er 80 fermetrar við høgari trom og hevur beinleiðis atgongd og sýni inn í høll og út í tún. Stílurin er einfaldur, rúmið er opið við ráum betongveggi og troldteklofti.

Tað er Magnus Müller, sum hevur teknað og projekterað, Sp/f Johnny Joensen hevur grivið út og planerað, Sp/f Jóni Durhuus hevur stoypt og Timbur og Snikkaratænastan v/Hjartvard Kjærbæk ger í løtuni timburarbeiðið.








