Kommunan er farin í holt við at gera parkeringsbásar til stór akfør á kaiini.
Fyri at fáa betur skipaði viðurskifti á havnarøkinum, hevur Vinnu- og havnarnevndin valt at parkeringsbásar skulu gerast. Á hendan hátt hava vinnuaktørar eitt avsett øki, har teir kunnu seta síni stóru akfør, og tað slepst undan óskynsamari parkering.
Parkeringsbásarnir vera á nýggju kai, nakað frá havnarskrivstovuni. Básarnir vera 10 í tali og eru 3,5 x 18 metur, sum er kravd stødd til eitt nú lastbilar og bussar.
Arbeiðið at gera økið klárt verður liðugt nú í oktober.







