Í dag hevur 112 dagur verið á báðum barnagørðunum og í frítíðarstovuni í Vestmanna.
112 dagurin hevur til endamáls at læra børn um týdningin av nummarinum 112 og knýta bond millum børn og starvsøkini.
Sløkkilið, politiið og starvsfólk hjá sjúkraflutningstænastuni vitjaðu fyrst í Gjáarlon hjá teimum yngru børnunum, og síðan hjá teimum eldru børnunum, har tey sluppu at síggja inn í bilarnar, tendra sirenur og spula við slanguni hjá sløkkiliðnum.
Børnini vóru sera hugtikin, serliga tey eldru børnini vóru áhugaði og spurdu um ymiskt. Sum vera man hildu tey tað vera eyka spennandi, tá tað varð endað við einum stórum skúmbaði á fótbóltsbananum, har børnini kundu stuttleika sær í skúmi upp undir miðju.
Vestmanna kommuna og dagstovnaøkið takka sjúkraflutningstænastuni, politinum og Vestmanna Sløkki- og bjargingarliði fyri vitjanina í dag.









![Image[7]](https://vestmanna.fo/wp-content/uploads/2025/09/Image7-1-2420x1210.jpeg)





