Heitt verður á borgarar um at boða kommununi frá, um tit koma fram á vespubýli í Vestmanna.
Vespur duga væl at krógva býli móti vindi og veðri. Eyðkend støð eru t.d. undir grasbakkum og grótlaðingum.
Staðið, har vespurnar flúgva út og inn, er tó ofta lætt at finna og staðfesta. Áðrenn miðjan juli sæst og merkist lítið til vespurnar, men sum býlið veksur, verða alsamt fleiri vespur. Sum frálíður sæst ein javnur streymur av vespum, ið flúgva aftur og fram til og frá somu býlisinngongd.
Fráboðan:
Er eitt vespubýli staðfest, kann boðast frá á vanganum ella á telefon 770100 og starvsfólk hjá kommununi fara á staðið at týna vespubýlið.







