Vestmanna kommuna gongur á odda á grønu leiðini.
Tá ið gamli skúli verður umvældur í næstum fer øll takflatan, sum er góðar 1.000 fermetrar, at verða klødd við sólorkupanelum.
Hetta fer at geva góðar 100.000 kWh árliga. Tað munar væl, tí gamli skúli brúkar áleið 70.000 kWh árliga.
Grøni høvuðsstaðurin í Føroyum
Fyrsta royndin at framleiða grøna orku í Føroyum var í Vestmanna á sumri í 1907, tá Ólavur á Heygum royndi at fáa ravmagn burtur úr vatni. Síðan fyrst í farnu øld hevur grøn orka verið ein partur av bygdini. Høvuðsstaður SEV er í Vestmanna, og her verður framleidd vatnorka, vindorka og sjóvarfalsorka. Nú fer sólorka eisini at verða gagnnýtt.
– Tað snýr seg ikki bara um tað fíggjarliga, men eisini um at taka ábyrgd fyri umhvørvinum og framtíðini. Sólin er mest støðuga orkukeldan sum er, hon skínur eisini, tá tað er yvirskíggjað, og sambært okkara ráðgevum er Vestmanna serliga væl egnað til sólorkuframleiðslu, tí bygdin er væl staðsett í mun til veður og sóltímar, sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri.
Kunningarfundur um skúlabyggingina verður á Miðnámi klokkan 19.00 í annaðkvøld, mikukvøldið 8. oktober.







