Skattalistin 2021
Skattalistin fyri árið 2021 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 7. november til og við 21. november 2022 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Skattalistin fyri árið 2021 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 7. november til og við 21. november 2022 Kommunuskrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl 09:00 – 15:00.
Í dag byrjar Gabriel Sebastian Apetrei í starvið, sum ungdómsleiðari, hjá Vestmanna kommunu. Gabriel fer beinanvegin til verka og leggur ætlan fyri eina nýggja tíð, fyri ungdómshúsið Staðið. Staðið skal verða ein klekingardepil fyri tey ungu í Vestmanna. Gabriel er uppvaksin í Vestmanna og var sjálvur tannáringur, tá ið Staðið varð stovnsett. “Tá ið…
Fríggjakvøldið, 11. november 2022, verður upp á tá dansur í Vestmanna. Hvar: Silkienni Nær: frá kl. 22:00, til kl. 24:30 Maibritt Ingebrigtsen hevur, saman við øðrum vestmenningum, tikið stig til tiltakið, sum fer at verða hvørt fríggjakvøld. Høvið verður at keypa ein drekkamun. Vestmanna Kommuna stuðlar…
Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir 2 sosialráðgevum til Barnaverndartænastuna at byrja 2. januar 2023, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstørv. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv, á einum spennandi arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran…
Minningarhald teirra sjólátnu verður í kirkjuni týsdagin 1. november kl. 15 við Emil Olsen, presti. Vestmanna sangkór framførir og Sjómanskvinnuringurin bjóðar drekkamunn aftaná.
Í samband við boring av holi, til jarðhita, verður Leitisvegur stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu, frá mánamorgni 31. oktober kl. 8.00, til arbeiðið er liðugt
Í dag, fríggjadag 28. oktober 2022, er síðsti møguleiki, at brævatkvøða ella at atkvøða heima. sí nærri kunning her. Kommunuskrivstovan er opin til kl. 15:00.
Søkt verður eftir 2 fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt. Starvsbrøkur eftir nærri avtalu. VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara. Førleikakrøv Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur. Góð samstarvs- og samskiftisevni. Telduførleika á brúkarastøði.…
Borgarar í Vestmanna skipa fyri seyðasýning komandi leygardag. Nærri kunning sæst her:
sí nærri kunning: Fólkatingsvalið 2022