Skrúva fyri vatninum
Skrúvað verður fyri vatninum til ytra part av Bakkavegi, frá Bakkavegi 37 og úteftir, í dag týsdagin 30. mars 2021 kl. 17.00 og til arbeiðið er liðugt.
Skrúvað verður fyri vatninum til ytra part av Bakkavegi, frá Bakkavegi 37 og úteftir, í dag týsdagin 30. mars 2021 kl. 17.00 og til arbeiðið er liðugt.
Leygarkvøldið 17. apríl vera 5 pallar við vártónum á Bakkavegi í Vestmanna. Pallarnir vera í Kirkjuni, í Vektarbúðini, á Disvoy, á Staðnum og á Bryggjuni, og á skránni er alt frá andalingum til vertsligar tónar. Bólkarnir sum fara at manna hesar pallar eru Bárður á Lakjuni, Hanus G. Johansen, Finnur Koba, Lív Næs & Tróndur…
Leygarkvøldið 27. mars kl. 20.30 – 21.30 verður Earth Hour. Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar. Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur…
Skrúvað verður fyri vatninum til ovasta part av Hornavegi við síðuvegum og uppi í Vestri 25. mars frá kl. 10.00 til arbeiðið er liðugt.
Søkt verður eftir føstum avloysarum til dagstovnaøkið at møta til arbeiðis, tá ið tørvur er á tí. Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á: trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur at vit eru ein grønur stovnur Vit ynskja: at tú ert 18 ár ella eldri at…
Kommunuskrivstovan í Vestmanna er stongd í páskavikuni. Opið verður aftur týsdagin 6. apríl kl. 9.00. Hevur tú átrokandi boð til Kommunuskrivstovuna, kanst tú ringja á tlf. 770 109. Arbeiðsformaðurin svarar á tlf. 770 126. Teldupostur til vestmanna@vestmanna.fo verður lisin regluliga. * Skilagátt hevur opið sum vant mánadag til mikudag. Halgidagarnar og páskaaftan er stongt.
Skrúvað verður fyri vatninum til ovasta part av Hornavegi við síðuvegum og uppi í Vestri í morgin frá kl. 10.00 til arbeiðið er liðugt.
Vestmanna Kommuna hevur javnan fingið fyrispurningar frá áhugaðum um møguleikan fyri at byggja skúrar við bátahylin. Fyri at tey áhugaðu ikki hvør í sínum lagi skuldu fara undir at byggja skúrar í ymsum sniðum, varð støða tikin til, at kommunan skuldi samskipa arbeiðið. Avgjørt varð, at tann eini skúrurin – tann innasti – skuldi gerast…
Í næstum verða rørini og UV-rørskipanin á vatnreinsiverkinum skift út. Hetta kann koma at ávirka vatnveitingina, sum av og á kann gerast óreglulig. Arbeiðið væntast at vara uml. 4 vikur, tvs. til uml. hálvan mars.
IRF ber nýggjar posar út í viku 12 og 13. Í viku 12 verða grá rull borin út, og í víku 13 verða tey hvítu rullini borin út. Tvær ferðir árliga verða 28 gráir posar bornir út. Hetta strekkir til, at IRF heintar ein posa um vikuna, umframt at hvørt húski hevur tveir eykaposar til…