Freistin at lata valevnislistar inn
Valevnislistar til kommunuvalið 12. novembur 2024 mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 18.00, tríggjar vikur undan valdegnum. Í sambandi við freistina at lata valevnislistar inn, verður kommunuskrivstovan opin til kl. 18:00, týsdagin 22. oktobur 2024. Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.