Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember 2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur.
Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.
Viðkomandi fer í tøttum samstarvi við leiðaran og starvsfólk á deildini at taka sær av málsviðgerð av barnaverndarmálum, ið m.a. fevnir um samrøður við børn og foreldur teirra – heimavitjanir – at ráðgeva børnum og familjum teirra – at seta neyðugar fyriskipanir í verk – skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni, og gera tilmæli til ávikavist Barnaverndarnevndina og Høvuðsbarnaverndarnevndina.
Tann sum settur verður skal kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni, har arbeitt verður uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Barnaverndartænastan í VEKS heldur til á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og nakað av ferðing er knýtt at starvinum.
Vit ynskja, at tú hevur
- útbúgving sum sosialráðgevi
- góð samstarvsevni
- royndir innan barnavernd, men tað er ikki eitt krav.
- kt-førleika á brúkarastøði
- evni at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt
- gott yvirlit og megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini skal Barnaverndartænastan móttaka barnaváttan, áðrenn persónur verður settur í starv.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu J. Mørkøre, leiðara á Barnaverndartænastuni á tlf. nr. 667271.
Umsókn saman við prógvum og cv. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. oktober 2024, og skal sendast til:
beinta@sunda.fo viðmerkt “umsókn Barnaverndartænastan”.
Ella til:
Sunda kommuna
Barnaverndartænastan
Oyrarbakkavegur 3
Postboks 10
400 Oyrarbakki
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Barnaverndartænastan sær rætt til at søkja av nýggjum.