Leikur um sjóvanlukku

Nógv rósti sjónleikurin, UPPHAV, verður sýndur í Vestmanna mikukvøldið 15. apríl. UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl í 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr oynni sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini.  UPPHAV  er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá…

Skjøl frá fyrsta bygdarráðsfundi

Nógv spennandi er komið undan kavi, nú Vestmanna kommuna er farin undir at talgilda sítt stóra skjalasavn og fyrireika seg at lata tað til Tjóðskjalasavnið. Millum skjølini er komið fram á gerðabókina frá fyrsta bygdarráðsfundinum í søgu Vestmanna kommunu. Á fyrsta bygdarráðsfundi byrjar gerðabókin við, at hóskvøldið 27. oktober í 1892 klokkan hálvgum átta “åbnedes…

Vallistarnir lagdir fram til alment eftirlit

Vallistarnir til fólkatings- og løgtingsvalini, sum verða ávikavist 24. og 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit. Listarnir eru á kommunuskrivstovuni frá í dag, 6. mars, og verða liggjandi alment frammi til fríggjadagin 20. mars. Øll eru vælkomin at kanna vallistarnar á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutið, sum er mána- fríggjadag kl. 9:00-15:00.  

Umvæling av Vestmanna skúla – undangóðkenning

Vestmanna kommuna bjóðar nú fyritøkum at søkja um undangóðkenning at vera við í útboðnum av stórari skúlaumvæling.    Talan er um tveir bygningar, sum skulu umvælast. Teir eru bygdir ávikavist í 1950- og 1960unum. Allur klimaskermurin skal gerast av nýggjum, og tað mesta av lendisgólvinum skal brótast upp og gerast av nýggjum. Ávísar broytingar í…

Upptøka á veljaralistanum

Í morgin, hósdagin 5. mars, er seinasta freist at søkja um upptøku á veljaralistanum hjá teimum, sum eru stødd uttanlands. Treytirnar fyri at sleppa á veljaralistan eru, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásettur á fólkayvirlitinum í minsta lagi fimm ár tilsamans. Harafturat skal tú heldur ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í…

Steingja veg fyri sangupptøku

Vestmanna sangkór fer at gera eina sangupptøku í kirkjuni í kvøld. Í hesum sambandi verður Bakkavegur stongdur fyri gjøgnumkoyring framvið kirkjuni millum klokkan 20.00 og 21.30. Sangkórið fer at syngja inn vakra sangin hjá Martini Joensen, Eingin er sum tú. Fyri at tryggja bestu møguligu ljóðgóðsku er sera týdningarmikið, at eingin billarmur er undir upptøkuni.…

Kunning um løgtingsvalið 2026

Løgtingsval verður hósdagin 26. mars. Valstaðið er í ítróttarhøllini og opið er frá kl. 10:00-20:00 ella so leingi sum veljarar møta uttan steðg.   Valkort Valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til Kommunuskrivstovuna sum skjótast.   Brævatkvøða…

Kunning um fólkatingsvalið 24. mars

Fólkatingsval er útskrivað og skal haldast týsdagin 24. mars. Atkvøðugreiðslan fer fram í ítróttarhøllini. Opið er frá 9:00-20:00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.   Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima, til og við týsdagin 23. mars 2026, men mugu boða Kommunuskrivstovuni frá hesum, á…

Starvsfólk: Tórhallur Egholm

Aftur hesa vikuna seta vit sjóneykuna á eitt starvsfólk og eitt starvsøki í kommununi. Hesaferð varpa vit ljós á Tórhall Egholm og Skilagátt. Vestmanna kommuna hevur fleiri pensjónistar í starvi, sum eftir eitt langt arbeiðslív í øðrum yrki, nú arbeiða nakrar fáar tímar um vikuna hjá kommununi. Ein teirra er Tórhallur Egholm, sum er 75…