Stórt ruddingararbeiði er í gongd niðanfyri Vestmanna Fiskavirki í dag, har kavarar taka dekk upp av botni.
Arbeitt verður framvið keikantinum og nakað útfrá – bæði á sunnaru síðu, eystaru- og vestarumegin. Kavarar verða á økinum til út á seinnapartin.
Heitt verður tí á allar bátaeigarar um at vísa serligt varsemi, tá siglt verður í økinum.
Kommunan tók stig til at rudda gamla útgerð og tilfar upp av botni í 2021, sum hevði hópað seg upp ígjøgnum nógv ár. Fyrr var ikki óvanligt, at gamalt tilfar og restir vórðu slept á sjógv, tá umvælingar vóru framdar við keiina. Eisini kom fyri, at órudd frá fyritøkum og privatfólki endaði har. Tað fekk kommunan av álvara at sanna, tá ruddað var seinast. Millum tey mongu tonsini, ið vórðu tikin upp, var rampan frá gomlu ferjuleguni, og vanlig húsarhaldsútgerð, eitt nú ein handmiksari og ein ketil.
Framvegis liggja fleiri dekk á botni, og ætlanin er at fáa tey øll upp í dag.







