Kommunuskrivstovan verður stongd í tríggjar vikur í summar, eins og vanligt er, ímeðan starvsfólkini eru í summarfrí.
Stongt verður frá mánadegnum 20. juli, og latið verður upp aftur mánadagin 10. august.
Eru átrokandi boð, eitt nú í sambandi við jarðarferð, vatn, kloakk ella líknandi, ber til at ringja á telefon 770 109.
Barnaverndartænastan í VEKS er at hitta á telefon 297 200.
Skilagátt hevur opið sum vant.







