Jólatræshaldið á Reyða Torginum 29. november 2024

Fríggjadagin 29. november verður jólatræið tendrað á Reyða Torginum. Aftur í ár fara vit at hugna okkum við m.a. føgrum tónum frá skúlahornorkestrinum og barnakórinum. Mentanarforkvinnan Laila Haldansen bjóðar øllum vælkomin og við hjálp frá børnunum, tendrar hon jólatræið. Røðarin hesaferð verður okkara dugnaligi varðaskúlastjóri, Elin Maria Olsen. Skráin fyri dagin: Kl. 16:45 Skúlahornorkestrið spælir,…

Ring koyrilíkindi

Nógvur kavi er komin niður og tað kavar framvegis. Tað er ringt sýni í bygdini. Hetta merkir eisini, at tað er ringt sýni hjá okkara kavaruddarum, hetta kann gera tað trupult at koma runt í bygdini.

Framskundaður bygdarráðsfundur 26.11.2024

Bygdarráðsfundur verður týsdagin 26. novembur 2024, kl. 17.00, á kommunuskrivstovuni.   Vegna væntandi forfall til bygdaráðsfundin, sum varð settur á skrá til mikudagin 27. novembur 2024, er fundurin framskundaður til týsdagin tann 26. november 2024 kl. 17:00.     Til viðgerðar fyri opnum hurðum     Mál 317 Stýrisskipan fyri Vestmanna Kommunu – 2. viðgerð…

Val av øðrum nevndum og umboðum

Á eyka bygdarráðsfundi í gjár tann 18. novembur 2024 varð einmælt samtykt at skipa bygdarráðið sambært fundinum tann 14. novembur 2024, og at setanarbrøkur borgarstjórans er settur til 1/1. Nývalda bygdarráðið hevur skipað seg – Vestmanna kommuna   Til aðrar nevndir og umboð varð einmælt samtykt at velja: Har annað ikki er ásett, velja nevndirnar…

Starvsfólk til dagstovnaøkið

Brennur tú fyri at arbeiða við børnum? Samskiftir tú á opnan og viðurkennandi hátt? Ert tú ágrýtin og torir at hava ein virknan leiklut í einum gerandisdegi fullum av rørslu, spæli og útilívi? Dugir tú væl at samstarva við onnur? So ert tú kanska nýggi starvsfelagi okkara.   Søkt verður eftir: Einum námsfrøðingi til Barnagarðin…