Vælkomin á lesi og skrivi app skeið 27.mars kl. 19:00 á bókasavninum í Vestmanna
Kennir tú føroysku appina VoisIt? Tað er ein framúr app, ið lesur og skrivar føroyskt. Eisini dugir hon at týða til onnur mál. Tú kanst tosa við hana og hon skrivar tað, ið tú sigur.
Kennir tú forritið IntoWords? Tað dugir eisini nógv og arbeiðir á føroyskum.
Vit hava fingið Dánial á Dul Jacobsen, ið hevur arbeitt serliga nógv við hesum, at koma á bókasavnið 27. mars, at læra okkum, hvat mann kann brúka appirnar til.
Fyrimunur er, um tit taka VoisIt niður á telefon ella teldil áðrenn tit koma. Summi tykkara hava IntoWords, tað kann takast niður í appstore og til android, men skal gerast virkið. Hetta og nógv meira frætta tit um á bókasavninum 27.mars.
Øll kunnu vera við. Krevur onga serliga vitan um talgildar møguleikar.
Neyðugt er við tilmelding, tí vit ætla at hava tað inni á bókasavninum og har er plássið avmarkað. Men tekna nógv seg, gera vit eitt skeið aftrat.
Meldið til hjá Gyðju við at senda sms-boð á 724044 ella til Augustu á 211243.