Tað er til stóran ampa fyri dagstovnaøkið, at summir hundaeigarar ikki taka upp eftir sínum hundum.
Á dagstovnaøkinum boða tey frá, at tað alt ov ofta liggja hundalortar á spæliplássinum og frítíðarøkjunum rundan um Gjáarlon.
Heitt verður á hundaeigarar um at taka upp eftir hundum sínum – hundaposar fáast til keyps í flest øllum matvøruhandlum.
í Vestmanna er eitt innhegnað økið, har hundaeigarar kunnu sleppa sínum fýrbeintu vinum leysum til spæl og rørslu.
Tað eru hundaeigarar sjálvir, sum hava tikið stig til átakið og heittu í fjør á Vestmanna kommunu at finna eitt øki til endamálið.
Økið sum kommunan hevur latið er niðanfyri Gerðisveg frá grótbrotinum í Stóragerði og inneftir, og er góðar 1.500 fermetrar til støddar.
Les meira um tað niðanfyri.