Vestmanna kommuna sóknast eftir dugnaligum reingerðarfólki til dagstovnin Gjáarlon at arbeiða 3,5 tímar um dagin millum kl. 17:00 – 21:00.
Arbeiðsuppgávur:
Starvið inniber alla dagliga reingerð av pørtum av dagstovninum.
Nærri kunning um dagliga virksemi í Gjáarlon fæst her: Barnaansing
Persónligir eginleikar:
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðsom/samur
- Fleksibul og tolir broytingar
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett frá 1. mai 2025
Talan er um tímalønt starv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, yvirtíð 1.
Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen, stovnsleiðara á telefon 770 130 og teldupost morten@vestmanna.fo
Umsókn og freist
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til starv@vestmanna.fo. Viðmerk “Reingerð í Gjáarlon”.
Umsóknir skulu vera Vestmanna kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 10. apríl 2025.