Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30. Eisini í Vestmanna.
Hendan tíman, tá ið vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt.
Tað var í 2009, at tað á fyrsta sinni var skipað fyri tíma jarðarinnar. Í dag verður tímin hildin um allan heim.
Tú kanst eisini vera við og sløkkja ljósið, og gera mun fyri okkara jarðarklótu.
Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at tosa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja náttúruna vit liva í og av.
Her eru sjey uppskot frá Earth Hour, hvussu vit kunnu nýta jarðartíman:
- Far út í myrkrið, hav lummalykt við. Steðga á og sløkk. Gev tær far um tað, sum tú hóast alt sær og hoyrir í myrkrinum.
- Njót samveruna við tínum nærmastu. Spælið eitt spæl, prátið. Ring kanska til ein kæran, og bið tey halda jarðartíman saman við tær.
- Fá tær vitan. Les góð ráð um burðardygd.
- Matgerð saman við familju ella vinum. Nýt lokalar og burðardyggar rávørur. Royn og ger eina máltíð, har einki fer til spillis.
- Ver við í lokalsamfelagnum. Tak rusk upp, sum tú gongur framvið. Far uppí ein felagsskap, sum ruddar ella á annan hátt bøtir um umhvørvið.
- Ver virkin. Renn ella súkkla ein túr, ven, ger okkurt eyka fyri tín kropp og heilsu.
- Finn listagávurnar fram. Skapa eitt ljósverk í myrkrinum.
Øll kunnu gera mun. Eisini tú!







