Kommunuval 2024 – Ein listi við 11 valevnum

Tá ið freistin at lata inn valevnislistar til kommunuvalið 2024 var úti, var ein listi komin inn. Valnevndarforkvinnan hevur kannað og góðkent listan. Á listanum eru 11 valevni.   Tey uppstillaðu eru: Anja Haldansen, námsfrøðingur Janus úr Dímun, handverkari Sára Jógvansdóttir, journalist Karl A. Olsen, vararektari Símun Jákup Højsted, stjóri Pauli Magnussen, ljóðteknikari Jens Ivan…

Freistin at lata valevnislistar inn

Valevnislistar til kommunuvalið 12. novembur 2024 mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. oktober kl. 18.00, tríggjar vikur undan valdegnum.   Í sambandi við freistina at lata valevnislistar inn, verður kommunuskrivstovan opin til kl. 18:00, týsdagin 22. oktobur 2024.   Valnevndarforkvinnan er Maud Poulsen, tlf. 584745.

veks bumerki

VIT GANGA! – VEKS

Skuldi tú verið so heppin at sæð fleiri fólk til gongu í Vestmanna, Kvívík, Sunda og Eiðis kommunu, og aðrastaðni við, so kunnu tað vera starvsfólk í VEKS, sum kýta seg. Vit í VEKS eru júst farin undir eitt heilsuátak, Virkin oktobur er jú nú, sum eggjar øllum starvsfólkum í VEKS at ganga ella renna…

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í VEKS

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna at byrja 2. desember  2024, ella skjótast til ber. Talan er um fulltíðarstarv. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd. Barnaverndartænastan í VEKS, umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur. Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Viðkomandi fer í tøttum samstarvi…

Eyka bygdarráðsfundur 16. oktober 2024

Eyka bygdarráðsfundur verður mikudagin 16. oktober 2024, kl. 19.00, á kommunuskrivstovuni.   Til viðgerðar fyri opnum hurðum   Mál 306 Mál 305 frá seinasta fundi: 2. viðgerð av eykajáttan til brunatrygd á dagstovnaøkinum. J.nr.: 30102-1-2023   Mál 307 Umraðfesting av upphædd til verkætlanir, sum ikki verða framdar í ár – 1. viðgerð.

Vallistin til kommunuvalið 12. novembur 2024

Vallistin liggur frammi til alment eftirlit Gjørt verður kunnugt, at vallistin til kommunuvalið tann 12. novembur 2024 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá í dag, 8. oktobur 2024 til mikudagin 23. oktobur 2024, í vanligari avgreiðslutíð. Kærur um skeivleikar á listanum skulu sendast Vestmanna kommunu í seinasta lagi 5. novembur 2024.   Opið…

Ogn til sølu

Ognin matr. nr. 300a hjá Vestmanna Kommunu verður hervið lýst til sølu. Ognin er í tveimum lutum: 4885 m² omanfyri og 2032 m² niðanfyri Gamla Veg. Ognin verður seld samlað. Viðmerkjast skal, at hegnskylda ímillum innan- og uttangarðs fylgir við ognini.   Tilboð uppá ognina skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 23. oktobur 2024…

Tilmelding til kvøldskúlan 2024 / 2025

Í morgin, mikudag 2. oktober kl. 15:00, letur tilmeldingin upp til kvøldskúlan – Tað er ikki møguligt at koma inn á síðuna áðrenn kl. 15:00 Tilmeldingin fer fram á hesi leinkju: tilmelding til kvøldskúlan – 24/25. Tilmeldingin endar sunnudagin 6. oktober, kl. 12:00   Skráin er her