Leingi er tað, ið væl skal vera.
Vit hava í ár gjørt okkum ómak at finna tey røttu ljósini til Reyða Torgið. Tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at fáa tøknina heim, men nú er tilfarið komið, og ljósini verða í løtuni sett upp.
Talan er um LED ljóskeldur og 10 km av optiskum kaðali, sum verður monterað á fýra trøð á Reyða Torginum.
Vit gleða okkum at síggja endaliga úrslitið.